Seta sær nýggj mál í Klaksvík

Nú snýr tað seg um at vinna FM við metnógvum stigum og málum

At tað eftir fleiri enn 1000 minuttir loksins eydnaðist mótstøðuliðnum at skora ímóti KÍ næstsíðsta mikukvøld, kunnu teir har norðuri heilt víst liva við. 3-2 útisigurin ímóti HB ber við sær, at tað mest sum er greitt, at í 2021 verður KÍ meistari, og soleiðis verður tað, uttan mun til um KÍ vinnur fulla úrtøku í kvøld, tá ið NSÍ verður gestur í Klaksik.

 

KÍ hevur higartil í ár ikki tapt í landskappingini. Í steypakappingini var tað júst NSÍ, sum við sigri í Klaksvík, varpaði KÍ út kappingini. Síðani hevur gongdin í landskappingini verið sannførandi hjá KÍ, meðan tað hevur verið eitt sindur upp og niður hjá NSÍ.

 

Eftir sigurin ímóti HB og stórsigurin á heimavølli ímóti TB sunnudagin seta teir í Klaksvík sær nýggj mál. Eitt er, at tað skal eydnast at vinna FM við metnógvum stigum. HB eigur metið, sum er frá 2018, tá ið Heimir Guðjónsson og hansara menn vunnu FM við 73 stigum. Tá hevði HB 49 stig eftir 19 umfør, og tá vann HB 11 teir síðstu dystirnar.

 

Nú hevur KÍ 53 stig eftir 19 umfør. Um metið skal røkkast, so skal úrtøkan úr átta teimum seinastu dystunum vera í minsta lagi 21 stig. Um gongdin higartil verður havd í huga, so tykist hetta ikki at vera ómøguligt. KÍ eigur fýra heimadystir – ímóti NSÍ, 07 Vestur, B36 og EB/Streymi – og fýra dystir á útivølli – B68, ÍF, HB og Víkingur.

 

NSÍ er á fimta plássi. Tað er eitt stig fram til HB, sum hevur spælt tríggjar dystir færri enn NSÍ. Sunnudagin vann NSÍ í 3-5-2 útgávu 4-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Fyrsta málið varð skorað, tá ið ein hálvur tími var farin.

 

-Tað gekk ikki soleiðis í fyrra hálvleiki, sum vit høvdu ætlað, men eg haldi, at leiðslan var uppiborin, og eftir steðgin gekk tað fult og heilt eftir okkara treytum. Málið er at vinna pláss í Europa. Ímóti B36 stóðu vit væl, og vit vunnu eitt stig, og ímóti Víkingi var leikliga avrikið gott, hóast vit taptu við tveimum málum. Lagið er gott undir venjing, og vit hava gott mót um, at tað skal eydnast at røkka málinum, segði NSÍ venjarin Bill Jacobsen.

 

Tróndur Jensen og Rógvi Egilstoft vóru ikki millum teir fyrstu ellivu sunnudagin. Tað vera teir í kvøld. Tórður Thomsen og Pætur Turiðarson Skipanes eru framvegis skaddir. Hjá KÍ er liðformaðurin, Jákup B. Andreasen, tøkur aftur eftir leikbann. Jonn Johannesen er ivasamur. Hann er framvegis darvaður av skaða í lærkrikanum. Lars Daniel Björkman er ikki enn komin fyri seg eftir heilaskjálvta.

 

KÍ – NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 18.00