Tað verður einaferð seinni í dag, at Løgtingið skal atkvøða um samkynd skulu sleppa at ganga saman í hjúnalag í Føroyum, ella ikki.
Avgerðin skuldi verið fallin, men málið er útsett nakað, tí arbeitt verður við at leggja okkurt broytingaruppskot fyri Løgtingið.
Fyrr í dag skrivaði vit her á www.in.fo, at tað er Heðin Mortensen, løgtingsmaður, sum roynir at leggja eit uppskot fyri Løgtingið um at halda fólkaatkvøðu um at loyva samkyndum at giftast.
Og tað, sum umsitingin kannar, er um tað løgfrøðiliga ber til at gera eitt broytingaruppskot sum víkir so nógv frá tí upprunaliga uppskotinum.
Og enn er óvist, nær uppskotið kemur til viðgerar.
Men ungmannafeløgini hjá samgonguflokkunum, og sambandsflokkinum, hava eisini brúkt hettahøvið til at seta sín dám á miðbýin, nú avgerðandi løtan nærkast. Heilt frá upplivingartrappuni í Vágsbotni, niðan í Løgtingið, hava tey sett fløgg og skelti, og uttanfyri úthurðina til Løgtingi, bjóða tey kaffi.
Men tinglimir halda kortini, at máti skal vera við, tí onkur hevði hongt eitt LGBT - flagg upp á sjálvt Løgtingshúsið og tá varð ovboðið.
Karsten Hansen, tingmaður fyri Miðflokkin, heitti á løgtingsformannin um at at syrgja fyri, at flaggið varð niðurtikið, tí tað líktist ongum, at hongja tað upp á Løgtingshúsið.
Løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, gjørdi vart við, at tað er bara formaðurin, sum avgerð, hvussu flaggað verður í Løgtinginum, og at hetta flaggið skuldi takast niður.