Seta punktum í Georgia

Hondbóltur: U-17 kvinnurnar spæla klokkan 11.30 ímóti Ukraina

Um eina løtu fer føroyska U-17 landsliðið hjá kvinnum at spæla síðsta dystin í EM kappingini, sum tær síðstu vikuna hava verið partur av í Georgia. Fríggjadagin taptu Føroyar 24-21 ímóti Niðurlondum, og tað bar við sær, at Føroyar í dag spæla um bronsukrónurnar ímóti Ukraina.

 

Finalan er millum Niðurlond og Serbia, sum Føroyar næstsíðsta fríggjadag í bólkaspælinum spældu 26-26 ímóti. Síðani vunnu Føroyar 27-25 ímóti Italia og 37-16 ímóti Estlandi.

 

Fyrsta bríksl í Georgia verður klokkan 11.30, og tað ber til at fylgja við á

 

https://ehftv.com/home?fbclid=IwAR0LLtfFyXO8Qls-sUDG2L5LrQPoEfHLGgZ56_Gln7dp8C5VZ7cs4Nd46H4