Seta punktum fyri fyrsta triðinginum

Fýra dystir í 9. umfari í Effo-deildini eru á skránni seinnapartin í dag

Seinnapartin verður fyrsti triðingurin av landskappingini av. 9. umfar er á skránni, og tá ið síðsta bríkslið hevur verið um sjey tíðina í kvøld, verður tað soleiðis, at øll liðini eiga ein dyst á heimavølli og ein á útivølli ímóti øllum hinum.

Longu fríggjadagin var fyrsta uppgerðin í hesum umfarinum. Tað var í Gundadali, har HB vann 2-0 á Skála. Tað sást á ongan hátt, at hetta vóru meistarnir og FM favorittarnir ímóti uppflytarunum, sum stríðast fyri at halda tørn um plássið í deildini. Men HB kendi sína vitjunartíð í avgerandi støðunum, og tað gjørdi Skála ikki.

2-0 sigurin ber við sær, at HB er ovast á talvuni – í hvussu so er inntil eina ferð í dag.

 

 

Fýra dystir eru á skránni í dag. Tríggir verða spældir í Eysturoy, og ein í Streymnesi, har EB/Streymur fær vitjan av Víkingi. Toppliðið B36 fer seint seinnapartin til Runavíkar, KÍ, sum er á triðja plássi, skal spæla á Toftum, og ÍF, sum mikukvøldið tapti fjórðingsfinalu í steypakappingini á Svangaskarði, fær vitjan av AB, sum er aftast.

 

 

Sambært forsøgnini vera líkindini at spæla fótbólt góð seinnapartin. Hann er lágur í ættini, vindferðin verður heilt lítil, tað verður turt fyri tað mesta, og sólin verður at síggja viðhvørt.

Fylgt verður seinnapartin við her á in.fo, og á Rás2 verður sagt frá gongdini í Runavík klokkan 17.00. Tá verður eisini í 3. hálvleiki í frásagnum, viðmerkingum og samrøðum tikið afturíaftur tað, sum er farið fram fyrr á degnum.

 

 

ÍF-AB: Rói Jacobsen kl. 15.00

NSÍ-B36: Lars Müller kl. 17.15

B68-KÍ: Dagfinn Forná kl. 15.00

EB/Streymur-Víkingur: Páll Augustinussen kl. 15.00

 

 

Støðan

HB 21

B36 20

KÍ 13

EB/Streymur 12

NSÍ 11

ÍF 11

Víkingur 10

B68 5

Skála 4

AB 4

HB og Skála hava spælt 9 dystir, og hini liðini hava spælt 8 dystir