Seinnapartin er 9. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini. Harvið verður fyrsti triðingurin av hesum kappingarárinum av, tá ið síðstu bríksl hevur verið klokkan nakrar minuttir í seks í kvøld.
Tó er útsetti dysturin frá sætta umfari millum B71 og 07 Vestur ikki spældur enn. Enn er ikki ásett, nær hann verður.
Felags fyri trý tey fremstu liðini er, at tey skulu spæla á heimavølli ídag.
Oyggjauppgerð verður í Leirvík, har Víkingur fær vitjan av Skála. Víkingur hevur ikki tapt enn. Seks ferðir eru víkingar farnir av vøllinum við fullari úrtøku og tvær ferðir er tað endað javnt. Skála hevur vunnið einaferð og tapt einaferð og allir hinir seks dystirnir eru endaðir við javnleiki.
07 Vestur er framvegis ósigrað. Seks ferðir er tað endað við fullari úrtøku, og einaferð er tað endað javnt. Í dag fær 07 Vestur vitjan av HB, sum hevur vunnið ein dyst og spælt tveir javnar. Fimm ferðir er HB farið av vøllinum við ongum.
B71, sum hevur vunnið einaferð á heimavølli og einaferð á útivølli, er á veg til Runavíkar. NSÍ hevur tapt tvær ferðir við Løkin, men er kortini á triðja plássi.
B68 skal fóta sær á heimavølli. Úrtøkan tríggjar tær seinastu ferðirnar er eitt stig. KÍ verður í dag gestur á Svangaskarði. Fyri viku síðani tapti KÍ 3-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur.
Víkingur – Skála: Rúni Olsen kl. 16.00
NSÍ – B71: Rani A. Skaalum kl. 16.00
B68 – KÍ: Petur Reinert kl. 15.00
07 Vestur – HB: Aron Sofus Vest kl. 15.00
B36 – EB/Streymur: Johan Petur Michelsen kl. 16.00
Víkingur | 8 | 6 | 2 | 0 | 22 | 7 | 20 |
07 Vestur | 8 | 6 | 1 | 0 | 16 | 5 | 19 |
NSÍ | 8 | 5 | 1 | 2 | 17 | 11 | 16 |
KÍ | 7 | 4 | 1 | 3 | 23 | 15 | 13 |
Skála | 8 | 1 | 6 | 1 | 11 | 9 | 9 |
B68 | 8 | 2 | 3 | 3 | 15 | 18 | 9 |
B71 | 7 | 2 | 2 | 3 | 14 | 20 | 8 |
HB | 8 | 1 | 2 | 5 | 9 | 14 | 5 |
B36 | 8 | 1 | 2 | 5 | 5 | 18 | 5 |
EB/Str | 8 | 0 | 2 | 6 | 14 | 29 | 2 |