Seta punktum fyri eini stórfingnari ætlan

Tað skuldi verða so sermerkt og stórfingið, men einki er hent í 10 ár og nú heldur býráðið at tíðin er farin frá tí

Í 2007 kom ein stórfingin byggiætlan undan kavi í Havnini, kanska tann størsta nakrantíð. Og tað var ætlanin um at byggja bústaðir, ítróttarverkløg, hotell, og annað uppi við Stórutjørn.

 

Tá varð eisini ein serstøk byggisamtykt gjørd økið, so at  ætlaðu bygningarnir kundu byggjast har. Men síðani er einki hent og nú ætlar býráðið so at avtaka serstøku byggisamtyktina aftur, og harvið verður stórfingna ætlani við Stórutjørn endaliga jarðað.

 

Býráðið heldur, at nú er tíðin farin frá ætlanini og nú kann tað vera ein forðing fyri framtíðarvirksemi, at økið, at serstakar treytir eru galdandi fyri tað.

 

Ætlanin var at samtykkja málið á seinasta býráðsfundi, men Heðin Mortensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, mælti frá at leypa framav. Hann vísir á, at býráðið hevur brúkt nógvar pengar upp á at broyta byggiætlanina fyri økið, samstundis sum at tað er rættiliga tíðarkrevjandi at broyta eina byggisamtykt. Hann mælti heldur til at bíða til greiða fæst á, hvat økið so skal brúkast til.

 

Hinvegin spurdi hann um onkrar ítøkiligar ætlanir eru á økinum, sum ongi veit um, eitt nú vildi hann hava at vita um endamálið var at seta økið av til landbúnað.

 

– Er tað meiningin, fáa vit landbúnað mitt ímillum bústaðir, og tað vildi hann ikki góðtaka, sigur Heðin Mortensen.

 

Men hann fekk at vita, at ætlanin er ikki at leggja tað undir landbúnað og tað eru heldur ongar duldar ætlanir fyri økið.

 

Niðurstøðan varð eisini, at ongin avgerð varð tikin, tí málið skal nú umhugsast av nýggjum og tað skal eisini lýsast betur.