Seinnapartin verður punktum sett fyri sunnudags fótbólti fyri í ár.
Tá er 26. og næstsíðsta umfar á skránni. Síðsta umfarið verðurnæsta leygardag, 21. oktober, klokkan 15.15.
Meðan tað í gjár var rættiliga illfýsið fyrrapartin og væl út á seinnapartin, so sær tað frægari út ídag.
Tað verður sagt frá høgættarloti millum seks og átta metrar um sekundið. Hitin verður 8-9 stig, tað verður skýggjað loft, og onkra løtu fer at kennast úr honum.
26. umfar
Ídag
NSÍ-Víkingur: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
Skála-HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
EB/Streymur-ÍF: Bjarki Danielsen kl. 15.00
07 Vestur-Suðringar: Alex Troleis kl. 15.00
B36-KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Støðan undan 26. umfari
Víkingur 52
B36 47
KÍ 46
NSÍ 43
HB 37
Suðringar 29
Skála 29
EB/Streymur 29
07 Vestur 22
ÍF 9