Seta punktum fyri 23. umfari

Tveir dystir í 23. umfari vera seinnapartin í dag

Tað hevur tikið sína tíð at avgreiða 23. umfar í EFFO deildini, men seinnapartin verður punktum sett.

NSÍ og Víkingur, sum í gjárkvøldið spældu steypafinalu, spældu 12. august í Gøtu. Tá vann Víkingur 3-1. Hóskvøldið vóru tveir dystir. AB vann 3-1 í Klaksvík, og B36 vann 2-1 á grannunum í HB.

Seinnapartin fara TB og ÍF við Stórá at kappast um, hvat av hesum liðum skal vinna sætta plássið, og við Margáir skal FC Suðuroy stríðast fyri sigrinum, ið fer at bera við sær, at røkka sama stigatalið, sum AB hevur.

Forsøgnin sigur, at tað vera hampuliga góð líkindi at spæla fótbólt seinnapartin.

 

TB-ÍF: Lars Müller kl. 15.00

EB/Streymur-FC Suðuroy: Alex Troleis kl. 15.00

 

Støðan

B36 54

NSÍ 46

Víkingur 44

HB 36

KÍ 34

ÍF 24

TB 23

AB 19

FC Suðuroy 16

EB/Streymur 7

ÍF, TB, FC Suðuroy og EB/Streymur hava spælt 22 dystir, og hini liðini hava spælt 23 dystir