Klaksvík hevur víst seg at vera fólkafloksstaður burtur av, og hesaferð fekk býurin tvey umboð á Ting fyri flokkin.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir er nývald og gjørdist nummar fimm á listanum við 345 atkvøðum.
- Eg havi sitið knapt trý ár í býráðnum, har eg eri forkvinna í sosialu nevnd. Eg havi fingið sera stóra uppbakking her í økinum, og eg haldi, at fólk seta prís á tað arbeiði, eg geri í býráðnum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.
Men umframt sosialu málini hevur nývalda fólkaflokskvinnan eisini stóran áhuga fyri fiskivinnuni.
- Vinnan í heila tikið er millum míni hjartamál. Bæði fiskiflotin og ikki minst útróðrarflotin hava mín stóra áhuga, og tað er ikki nøkur góð ger, sum Tingið gjørdi móti útróðrarmonnum við at skerja fiskidagarnar so nógv, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.
Hon sigur, at tað ganga menn í Klaksvík, sum alt sítt lív hava verið ídnir útróðrarmenn, men sum nú næstan ikki fáa drivið útróður.
- Fiskidagarnir verða tiknir frá teimum, og teir sleppa heldur ikki av við bátarnar, tí tað fæst eingin prísur fyri teir, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.
Eitt annað mál, sum nývalda løgtingskvinnan eisini hevur áhuga í, eru útiarbeiðandi føroyingarnir.
- Vit eiga at seta prís upp á hesar menn, sum sigla undir øðrum fløggum ella arbeiða í frálandavinnuni. Í staðin fyri at leggja eyka skatta teir eiga vit at virðismeta tað vitan og tað keypiorku, sum hesir útvega okkum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.