Nú fer tað at bera til at taka FHS í Suðuroy
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, boðar beint nú frá, at hon hevur tikið avgerð um, at næsta skúla ár skal tað bera til at taka FHS í Suðuroy.
FHS er støðisútbúgving í fyrisiting, handli og skrivstovu, sum tekur eitt ár. FHS er sett saman av yrkislærugreinum og almennum lærugreinum. Flest allar lærugreinirnar enda við C stigi.
- Eftir staðið FHS kann farast undir yrkisútbúgving innan skrivstovu ella handil, sigur Rigmor Dam.
Verða lærugreinarnar sett rætt saman, ber eisini til at fara inn á annað árið á búskaparbreytini, sum eftir tveimum árum kann geva eitt gymnasialt miðnámsprógv.
Tað verður Miðnámsskúlin í Suðuroy sum skal standa fyri FHS í Suðuroy, og undirvísingin verður um dagin
FHS og Hægri handilsskúli hava áður verið í Suðuroy, men tann útbúgvingin varð niðurløgd í nítiárunum.











