Nú verður gongd sett á arbeiðið at gera ein nýggjan høvuðsveg oman fyri alla Havnina. Talan er um nýggja høvuðsvegin, sum skal gerast frá rundkoyrindini á Hvítanesi í sambandi við Eysturoyartunnilin, og heilt yvir í Marknagil. Ein partur av arbeiðnum verður lagdur í ein tunnil undir Húsareyni. Fyribils hevur tunnilin fingið navnið, Húsareynstunnilin
Arbeiðið er boðið út og tað vóru J&K Peterseb og Articon, sum kappaðust um arbeiðið. Og tað kappingina vann Articon.
Síðani hevur umsitingin hjá býráðnum gjøgnumgingið tilboðini og tey hava mælt býráðnum til at taka av einum tilboði frá Articon um at gera arbeiðið fyri 324 milliónir, men tá er mvg við. Annars er avtala gjørd við landsstýrið um, at landskassin skal rinda ein lítlan triðing, ella 110 milliónir og býráðið skal eisini tryggja sær, at tann parturin av avtaluni stendur við.
Og nú fer býráðið at viðgera málið, men tað er eingin ivi um, at tað verður samtykt, tí semja hevur verið um at fremja ætlanina.