Seta nýggja pávanum krøv

Tann nývaldi pávin skal nýskipa kirkjuna, og hann skal alt fyri eitt boða frá alment, at kirkjan góðtekur einki slag av kynsligum ágangi. Krøvini koma frá einum kervi, sum umboðar fólk, sum hava verið fyri kynsligum ágangi frá katólskum prestum.

-Frans frá Assisi var tann størsti nýskiparin í søguni hjá teirri katólsku kirkjuni. Frans pávi eigur at ganga í hansara fótasporum, sigur Survivors Network of Those Abused by Priests (SNAP) í einari fráboðan, nú nýggjur pávi er valdur.

SNAP ávarar um, at fleiri milliónir børn eru í vanda, tí at tann katólska kirkjan roynir framvegis fjala ágang við at flyta prestar úr einum prestagjaldi til eitt annað.

-Okkara vón er, at hann byrjar við at nevna prestar, sum hava gjørt seg sekar í kynsligum ágangi - bæði deyðar og livandi í hansara egna erkabiskupadømi í Argentina, skrivar SNAP.