Tórshavnar Býráð ætlar nú at seta rættiliga ferð á arbeiðið at gera nýggju svimjihøllina í Gundadali í Havn.Tilsamans kostar svimjihøllin, sum eisini hevur 50 metra kappingarhyl, 147,5 milliónir krónur, uttan mvg, og býráðið vil hava gongd á málið longu nú, áðrenn kommunuvalið verður týsdagin.
Tí fer býráðið nú at taka støðu til at seta 65 milliónir av til endamálið næsta ár og so verður restin sett av í 2022 og 2023. Og samstundis skal býráðið eisini taka støðu til sáttmálan við J & K Petersen. Verður tað samtykt, er klárt at fara undir arbeiðið
Tað er J & K. Petersen, sum hevði lægsta tilboðið upp á at gera svimjihøllina. Men umframt svimjihøllina, skal eitt parkeringspláss eisini gerast, umframt brúsur og skiftingarrúm í verandi svimjihøll, og kostnaðurin fyri tað, kemur so afturat.