Seta met í afturrindan

Tórshavnar kommuna hevur sett sær sum mál, at ár 2000 skal kommmunuskuldin bara vera eina álíkning

Býráðsfundur er í Havn í kvøld, og á hesum fundi verður uppskotið til fíggjarætlan fyri 1998 lagt fram.

Í gjár varð seinasta hond løgd á uppskotið.

- Men eg kann siga so mikið, at uppskot okkara er at seta 86 mió. krónur av til afturindan av skuldini hjá kommununi, sigur Leivur Hansen.

So stóra skuld hevur eingin kommuna í Føroyum nakrantíð goldið aftur eftir einum ári.

Av teimum 86 mió. krónunum fara 52 mió. til avdráttir. Tað svarar til umleið 10% av skuldini.

Býráðið hevur sett sær sum mál, at ár 2000 skal skuldin hjá kommununi verða komin niður á eina skattaálíkning.

Leivi Hansen dámar væl, at landið hevur kravt kommununar at díkja á við at gjalda skuldina aftur, og afturfyri sleppa tær frá at seta 1% í kommunala veðhaldsgrundin.

- Vit vilja gera alt fyri at sleppa av við skuldina, men afturfyri má landsstýrið tola, at vit brúka nakað til tað, sum vit halda vera neyðugt, sigur Leivur Hansen.