Nú skal mark setast fyri, hvussu illa skip, sum eru í føroyskum sjóøki, kunnu dálka.
Tað staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hana, um ætlanin er at seta nakað hámark í gildi í Føroyum fyri, hvussa illa skip, sum eru her, kunnu dálka.
Les eisini: Undarligt at hetta gongur í Føroyum
Sirið Stenberg sigur, at í einum ískoyti til Marpol sáttmálanum eru altjóða reglur um luftdálking frá skipum.
- Føroyar hava tikið undir við hesum ískoytinum til sáttmálan, og tí er neyðugt at áseta reglur um luftdálking frá skipum, sigur hon.
Hon sigur eisini, at eftir altjóða sáttmálum, er ein tíðarætlan fyri, at krøvini um at avmarka luftdálking frá skipum, kann setast í gildi so líðandi.
Sostatt skal svávulútlátið fara upp um 0,5 prosent í 2020. Men IMO viðgerð tó enn hesa tíðarætlan, og okkurt bendir á, at kravið um 0,5 prosent svávulútlát kanska ikki verður sett í gildi fyrr enn í 2025, sigur Sirið Stenberg.
Annars verður eisini víst á nøkur ávís SECA-øki, sum tey kalla tað.
- Talan er um Eystrasalt, Norðsjógvin, amerikonsku strondina og amerikanska partin av Karibiska havinum, har krøvini til svávulútlát frá skipum eru herd uppaftur meiri enn altjóða krøvini, annars eru.
- Av tí at krøvini í SECA økjum, eru strangari enn altjóða krøv annars, má støða takast til, um hetta eru reglar, sum skulu galda fyri Føroyar.
- Men í fyrsta umfari fara vit at seta reglur í gildi eftir teimum altjóða sáttmálum, sum Føroyar hava tikið undir við, sigur Sirið Stenberg.










