Seta løðistøðir til elbilar upp kring landið

Nú verða møguleikarnir kannaðir at seta løðistøðir til elbilar upp kring landið

Arbeitt verður nú við at bøta um møguleikarnar at hava elbil í Føroyum.

Í løtuni eru møguleikarnir rættiliga avmarkaðir, tí ongar løðistøðir eru kring landið. Sostatt kunnu elbilar bara løðast heima.

 

Tí eru SEV og Jarðfeingi nú farin undir at kanna møguleikarnar fyri at seta løðistøðir til elbilar upp ymsastaðni í landinum.

Tað sigur Jarðfeingi í ársfrágreiðing síni.

 

Ein vanlig løðistøð kostar einar 15.000 krónur og tað tekur einar seks tímar at løða ein elbil.

Jarðfeingi sigur, at tað er hugsandi, at bæði kommunur og stórar fyritøkur kunnu vera áhugað í at fáa løðistøðir.

 

Tað kostar ikki meiri enn einar 30 krónur at løða ein bil, men fyri at fáa gongd á, hugsar Jarðfeingi sær, at tað kann verða ókeypis tað fyrstu tíðina.

Jarðfeingi væntar at vera nærri eini avgerð seinni í ár.