Nú skulu løðistøðir til el-bilar setast upp ymsastaðni kring landið. Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Hon hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta tríggjar milliónir krónur av í ár og næsta ár ú stuðuli til at seta løðistøðir til elbilar upp kring landið.
Ein av orsøkunum til at tað ikki eru fleiri el-bilar, er uttan iva, at nærum ongar løðistøðir eru á almennum plássum. - Hetta merkir, fólk við el-bilum noyðast at dúva upp á løðingina heima við hús, ella læna streym frá familju og kenningum, skal koyrast longri strekki.
Taka við høvuðsstaðin, hava høvuðssætið hjá SEV, umframt onkur bilasøla løðistøðir, sum standa frammi. Í báðum førum er talan um støðir, har tað tekur nógvar tímar at løða bilin.
Men tørvur er á fleiri løðistøðum og serstakliga snarløðistøðum, har battaríið kann fyllast til í minsta lagi 80% upp á ein hálvan til ein tíma. Hesar mugu vera til taks í øllum teim størru plássunum og oyggjunum í Føroyum – Suðuroy, Sandoy, Eysturoy, Vágum, Streymoy og Norðoyggjum. - Við løðistøðum á hesum plássum hevði beinanvegin veruliga borið til at nýtt elbil í Føroyum, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon heldur, at vinnurekandi, eitt nú besinstøðir, bilasølur, handilsmiðstøðir og annað, kommunur og kanska onnur við , eiga at kunna søkja um stuðul burtur av pengunum til at seta løðistøð upp.
|









