Trý flogfør kærdu seg um, at onkur setti grøn laser-ljós ímóti teimum, tá tey vóru á veg at seta seg á flogvøllin í Kastrup í gjárkvøldið. Løgreglan í Keypmannahavn sigur, at tað kann vera sera vandamikið, um flogskiparin fær laser-ljósið í andlitið, so hann ikki fær hugt.
Harafturat er tað ólógligt og kann revsast við fongsulsrevsing.
Løgreglan hevur fingið at vita, at nú neitt kvøldið kærdi flogskiparin á einum sveisiskum flogfari seg um tað sama, tá flogfarið var uppi yvir svenskum øki á veg til Kastrup, sigur DR.