Seta løgmanni knívin á barkan

Javnaðarflokkurin heitir á løgmann at boða frá, hvørt løgmaður og Sambandsflokkurin ynskir fyrilitarleysan borgarligan sparipolitikk saman við Fólkaflokkinum ella at taka neyðug stig at tryggja føroyska vælferðarsamfelagið saman við Javnaðarflokkinum. Tað er greiða niðurstøðan hjá Javnaðarflokkinum í opnum brævi til løgmann.

Tað er ósemja millum samgonguflokkarnar, um øktu útreiðslurnar, sum standa av lønarvøkstrinum, skulu leggjast afturat verandi útreiðslukarmi ella finnast undir verandi karmi.

Lønarhækkingin hjá almennu fakfeløgunum kostar 27 milliónir krónur næsta ár. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin siga, at lønarkarmur skal vera tann sami.

Javnaðarflokkurin vil, at útreiðslukarmurin skal økjast við 27 milliónum krónum.

Nú má løgmaður velja.

- Vit vilja ikki vera við til at knúsa týdningarmiklar vælferðartænastur, so sum skúlaverk, heilsuverk og almannaverk. Skulu vit nú í 12. tíma spara 27 milliónir afturat, so er neyðugt at gera sær greitt, hvat avleiðingin verður. Verður eingin semja at leggja upp fyri teimum eyka útreiðslunum, sum sáttmálasamráðingarnar eru orsøk til, so kann avleiðingin verða, at vit, heldur enn at taka ábyrgd av at halda lív í bæði búskapi, trivnaði og vælferðartænastum, geva samfelagnum enn ein skelk omaná teir skelkir, sum standast av fíggjarkreppu, Eik-húsaganginum og nú til seinast av, at Fiskavirking fór av knóranum og hundraðtals arbeiðsfólk send heim, skrivar Javnaðarflokkurin í brævinum.