Seta kvarta millión av til ferðavinnuna

Neyvan er tað nøkur kommuna í Føroyum, ið hevur eins nógvar ferðavinnubygdir sum Sunda kommuna. Gjógv, Tjørnuvík og Saksun eru nevniliga millum tær tríggjar bygdirnar, ið eru millum best dámdu ferðamálini hjá útlendingum, ið leggja leiðina til Føroyar.


- Nógva staðni stríðast tey fyri at fáa ferðafólk at koma. Tann trupulleikan hava vit ikki í Sunda kommunu. Í Gjógv vitja eini 30.000 til 35.000 ferðafólk um árið, og nakað tað sama er galdandi fyri Saksun og Tjørnuvík, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.


Tað er ein støða, ið tey í Sunda kommunu eru fegin um. Bygdaráðið hevur nevniliga seinastu árini sett fitt av peningi av á fíggjarætlanunum til ferðavinnuna, og 2017 er einki undantak.


- Vit hava sett 250.000 krónur av til komandi ár, har vit ætla at betra um umstøðurnar fyri tey ferðandi. Tað er serliga at seta skeltir upp, skapa betri umstøður, gera gøtur og annað, so at upplivingin hjá teimum ferðandi verður betri, sigur Heðin Zachariasen.


Sjálvur metir borgarstjórin, at talan er um eina íløgu, ið er til gangs fyri borgaran og ferðafólkini.


- Tú skorar tvey stig samstundis. Tú tekur tær av borgaranum, við at skapa betri umstøður fyri tey, men ger samstundis umstøðurnar betri fyri tey vitjandi, sigur Heðin Zachariasen og vísir á, at ferðafólkini eru ein møgulig inntøka fyri borgaran.


- Sum kommuna tjena vit ikki pening upp á ferðafólk, men við at skapa góðar umstøður so sum parkeringspláss, kampingpláss, gøtur o.s.fr., so leggja vit samstundis karmarnir fyri, at borgararnir kunnu gagnnýta tær betraðu umstøðurnar og bjóða ymiskar tænastur til ferðafólkini, vísir Heðin Zachariasen á.