- Klokkan 11:30 í morgin, fríggjadagin 31.07.15, setist manningin á Avalon aftur við árarnar.
Lagið er gott á monnum og veðurforsøgnin sýnist nú at verða til vildar, so vónandi fer tað nú at hepnast væl hjá teimum.
Tað stendur at lesa á facebook síðuni hjá Livar Nysted.
Tað var 28. juli, at manningin umborð á Avalon, ið roynir at rógva frá Skotlandi til Føroyar, mátti taka tí tungu avgerð at venda við aftur til Orknoyggjarnar. Tá var manningin komin hálvan veg til Føroyar.
29. juli kom manningin inn til Stromness í Orknoyggjunum, har teir hava bíða eftir, at veðrið broyttist.
Í samrøðu við lokala miðilin Orcadian, sigur Livar Nysted, at tað einans var óhepni, ið gjørdi at teir máttu venda við.










