Seta koronu-tilmælið til viks: Fara at hava opið alla náttina

Tey halda ikki at støðan er kritisk, hóast smittutølini ongantíð hava verið hægri

Nú hava fleiri skeinkistøð og dansistøð kring landið boðað frá, at nú fara tey aftur at hava opið alla náttina um vikuskiftið.  Sunneva Háberg Eysturstein, sum er talskvinna fyri skeinkistøðini í Havn, sigur, at hetta fevnir um skeinkistøðini í Havn og nøkur skeinkistøð á bygd eisini.

 

 – Eftir at hava stongt klokkan 23 á kvøldi í seks vikur, letur náttarlívið uppaftur. Nú verður aftur opið til kl. 04 um vikuskiftið, siga skeinkistøðini í eini fráboðan í kvøld.

Tey siga, at náttarlívið hevur tikið stóra ábyrgd í stríðnum ímóti koronu, og í jólamánaðinum, tá ið mest av fólki er í býnun, gjørdu tey av at virða tilmælið frá myndugleikunum um at lata aftur klokkan 23 fyri at hjálpa samfelagnum við at basa koronusmittuni. Hetta var ikki fyrstu ferð at tey hava avmarkað upplatingartíðina.

 

Skeinkistøini siga, at eftir seks vikum við avmarkingum, kunnu tey ásanna, at mest sum alt annað í samfelagnum er í gongd ótarnað, og smittutølini hava ongantíð verið hægri enn tað sama. Samstundis eru fá fólk innløgd á sjúkrahús av koronu og tí verður ikki mett, at vandi er á ferð.  

 

Tey duga ikki at síggja nakra meining í, at náttarlívið skal vera so nógv skert frameftir, sigur hon. Hon vísir á, at náttarlívið hevur verið afturlatið fleiri ferðir hesi seinastu tvey árini og inntøkumissurin er stórur.  Hetta kann heilt einfalt ikki halda fram, tí so er vandi fyri, at støðini ikki klára at lata uppaftur, sigur hon.

 

– Tíbetur hevur landið lovað hjálparpakka, sum nú skal leggjast fyri løgtingið, og hann bøtir um støðuna, hóast vinnan ikki kann liva av hjálparpakkum í longdini. Skeinkistøðini hava eisini boðað Vinnumálaráðnum frá, at broytist støðan munandi til tað verra hesa næstu tíðina, eru tey aftur til at tosa um at eina góða loysn, siga skeinkistøðini.

 

Landslæknin tekur ikki undir við, at skeinkistøðini fara at hava opið alla náttina og hann vónar, at fólk halda seg heima.

 

Les meiri her: Tað fer at gera støðuna upp aftur verri í Føroyum