Seta kikarin á almenn starvsfólk

Nú skal ein kanning gerast fyri at vita, hvussu nøgd vanligi fólk eru við tænastuna hjá almennum stovnum, sigur Sjálvstýrisflokkurin. Flokkurin vil eisini hava eitt fult yvirlit yvir sjúkradagar, fráveru vegna sjúk børn og skeiðvirksemi hjá almennum starvsfólki hesi seinastu trý árini

Allir almennir stovnar skulu nú leggjast undir sjóneykuna.

Tað heldur Sjálvstýrisflokkurin.

Eitt tað fyrsta, sum flokkurin fer at gera, tá ið Løgtingið kemur saman aftur í næstu viku eftir hava hildið jólafrí, verður at reisa viðurskiftini hjá almennum starvsfólkum í Løgtinginum, so at politikarar kunnu taka støðuna til viðgerðar.

- Og tað fara vit at gera upp á tveir mátar, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum

Ì fyrra lagi fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at seta eina nøgdsemiskanning í verk fyri at vita, hvussu nøgdur vanligi brúkarin er við tænastuna hjá teimum almennu stovnunum.

Í øðrum lagi fer hann at biðja landsstýrismannin í fíggjarmálum um eitt fullfíggja yvirlit yvir sjúkradagar hjá almennum starvsfólki hesi seinastu trý árini, umframt at hann vil hava eitt fullfíggja yvirlit yvir fráveru hjá almennum starvsfólki vegna sjúk børn hesi seinastu trý árini og samstundis vil hann hava eitt yvirlit yvir skeiðvirksemið hjá almennum starvsfólki í hesum sama tíðarskeiði.


Kannast til botns

Og formaðurin í Sjálvstýrisflokkurin heldur, at tað er neyðugt við eini djúptøknari kanning av teimum almennu stovnunum.

- Tað fyrsta vit vilja hava, er, at Løgtingið samtykkir at heita á løgmann um at skipa fyri eini nøgdsemiskanning av allari almennari fyrisiting, fyri at vita, hvat vanligi brúkarin heldur um tænastuna hjá teimum almennu stovnunum og ráðunum, sigur Kári P. Højgaard.

Hann sigur, at í hesum sambandi eigur ein óvildug kanning eisini at verða gjørd av telefontænastuni hjá hesum somu stovnum og ráðum.

Men formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum vil eisini hava landsstýrismannin í fíggjarmálum at kanna fráveru hjá teimum almennu starvsfólkunum.

Í tí sambandi fer hann at biðja landsstýrismannin í fíggjarmálum leggja hagtøl fyri Løgtingið sum útgreina talið av sjúkradøgum, fráveru vegna sjúk børn og skeiðdagar hjá alment løntum starvsfólkum hesi seinastu trý árini.

Hann vil eisini hava at vita um fráveran og skeiðdagarnir eru øktir í tali hesi trý árini.

- Eg vil eisini hava landsstýrismannin um at útgreina um tað er sjónligur munur á fráveruni í teimum ymsu stovnunum.

Og at enda vil Kári P. Højgaard hava at vita um tað finnast hagtøl, sum greina sjúkrafráveru, fráveru vegna sjúk børn og skeiðdagar hjá alment løntum starvsfólkum samanborið við privata arbeiðsmarknaðin.

Les eisini greinina: Harmar og særir almenn starvsfólk