Seta kikaran á kvinnur í politikki

Næstu dagarnar verður kikarin settur á kvinnur í politikki við almennum tiltøkum í Suðuroy og í Havn

Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, hvussu vit skulu bera okkum at fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk.
Og hesa næstu dagarnar verður kikarin settur á evni við almennum fundum bæði í Suðuroy og í Havnini.
Fyrri fundurin verður á gistingarhúsinum í Øravík mánakvøldið klokkan sjey, har Suðuroyar Tjóðveldisfelag bjóðar til almennan fund um kvinnur í politikki.
Í hesum sambandi spyrja tjóðveldisólk, hvat kvinnur sjálvar siga til at standa í fremstu røð.
Til at siga sína hugsan, hava tey fingið Elina Heinesen, sum er blaðstjóri á danska blaðnum, KIWI Magazine, at halda fyrilestur um markleysa heimin
Aftaná siga løgtingskvinnurnar, Annita á Fríðriksmørk og Heidi Petersen, frá, hvussu tað er at vera kvinna í politikki og áðrenn fundurin endar, verður høvi hjá áhoyrarunum at kjakast um málið.
 
Seinni fundurin verður mikukvøldið 31. januar klokkan sjey, tá ið almennur fundur verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. Tað er Javnstøðunevndin og Demokratia, sum er nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, ið skipa fyri. Og spurningurin, sum er til viðgerðar á hesum fundi, er, hvat forðar kvinnum at vera við í politikki.
Á hesum fundinum fer Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Demokratia, at siga frá nevndararbeiðinum higartil og framtíðarætlanum. Eisini verður búmerkið hjá Demokratia lagt fram.
Aftaná fara granskararnir, Beinta í Jákupsstovu og Eli Kjersem, at leggja fram úrslit frá spurnakanning ímillum tey, sum vórðu uppstillað til kommunuvalini í 2000 og 2004, við serligum atliti til kvinnuumboðan.
Í hesi framløguni fara tær at vísa á nakrar forðingar hjá kvinnum í at vera við í politikki, og á nøkur stig, sum kunnu takast fyri at fáa fleiri kvinnur at stilla upp og verða valdar.
Eisini hesin fundurin endar við kjaki og einum kaffimunni.