Danska sjónvarpið setir í kvøld sjóneykuna á fólkafráflytingina úr Føroyum.
Serliga verður dentur lagdur á lýsa trupulleikan við at so nógvar kvinnur fara av landinum.
Tað er danska sjónvarpsrásin, DR1, sum tekur málið upp í sendingini, Horisont, sum verður send klokkan 20.55 í kvøld, føroyska tíð.
- Trupulleikin er so stórur, at um fá ættarlið er fimtihvør føroyingur burtur, siga tey á DR1.
- Menninir í Føroyum leingjast eftir kvinnum - og nú eru teir farnir at finna tær hinumegin jørðina, leggja tey afturat.