Seta kikaran á tey gomul og sjúk

Hesa vikuna verða tvey tiltøk, har kikarin verður settur á umstøðurnar hjá teimum eldru og teimum, sum hava brúk fyri heimarøkt

Hesa vikuna verða ikki færri enn tvey tiltøk, har ljós verður varpað á umstøðurnar hjá teimum eldru og teimum, sum annars hava brúk fyri heimarøkt

 

Fyrra tiltakið verður mikukvøldið, tá ið Landsfelag Pensjónista skipar fyri  evniskvøldi um eldraøkið og eldrapolitikk.

Fundurin verður í Glæmuni í Kvívík klokkan 19.
 

Tey, ið leggja fyri eru Elisabeth Ellingsgaard, komandi brúkari og næstforkvinna í Landsfelag Pensjónista,  Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn,  Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna og  Annika Olsen, landsstýriskvinna

 
Fundurin er um hvussu myndugleikarnir ætla at tryggja, at tey eldru kunnu verða verandi í egnum heimi sum longst

 

Harafturat verður spurt hvussu verður við fígging og tænastustigi, tá ið eldraøkið verður lagt undir kommunurnar kommunurnar

Eftir framløgurnar verður høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum.


Seinni fundurin verður í Miðlahúsinum hóskvøldið klokkan 19.30, tá ið Tign skiparfyri almennum fundi í Miðlahúsinum.

Á skránni verður orðaskifti um støðuna í heimatænastuni

 

Har har fer Ása Holm, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, at tosa um

starvsfólkasamansetingina í heimatænastuni og avvarðandi fara at siga frá, hvussu tey fata støðuna.
Tá ið framløgurnar hava verið, er kjak og orðaskifti.