Seta ikki samgonguna í vanda

 Tað er líka mikið um felagið, sum yvirtekur Farmaleiðir, fær flutningskyldu til til útjaðaran, men útjaðarin skal ikki verða verri fyri enn hann er nú, sigur formaðurin í sambandsflokkin um

Farmaleiðir

Sambandsflokkurin fer ikki at boykotta samgonguna í sambandi við ætlanina at einskilja Farmaleiðir hjá Strandferðsluni.
Tað sigur Kaj Leo Johannesen, floksformaður.
Sostatt vísir hann tí aftur, sum Johan Dahl, løgtingsmaður segði á samferðslufundi í Vági, mánakvøldið.
À fundinum segði Johan Dahl, at tað var avgerðandi, at felagið, sum yvirtekur Farmaleiðir, fær flutningsskyldu til útjaðaran, so at vinnan í útjaðaranum ikki verður verri fyri enn hon er nú.
 Tað skal framvegis bera til hjá virkjum í útjaðaranum at at keypa 500 kilo av fiski onkustaðni í landinum og fáa tað til virkið líka lætt sum nú. Annars kemur ætlanin at einskilja Farmaleiðir ikki ígjøgnum samgonguna- ikki við sambandsflokkinum í hvussu so er, segði Johan Dahl.

Boykotta ikki samgonguna
Men nú dregur formaður floksins, Kaj Leo Johannesen í land aftur.
Í fyrstu atløgu ger hann púra greitt, at tað er bara floksformaðurin, sum hevur heimild at greiða frá støðu sambandsfloksins til tey ymsu málini.
Í ørðum lagi ger hann eisini púra greitt, at sambandsflokkurin fer ikki at boykotta samgonguna í sambandi við Farmaleiðir.
 Vit eru samd um, at Farmaleiðir skal einskiljast og tað er eitt mál, sum landsstýrismaðurinn arbeiðir við. Hann skal nú gera eitt uppskot, sum síðani skal viðgerðast í samgonguni. Tá ið samgongan er endaliga samd um ætlanina, verður eitt uppskot lagt fyri tingið. Tað eru sostatt nógvir møguleikar at ávirka og broyta tað uppskotið, sum landsstýrið leggur fram. Og verður neyðugt við broytingum, so verða tær gjørdar.

Líka mikið við flutningsskyldu
Av tí sama við Kaj Leo Johannesen heldur ikki gera viðmerkingar til smálutir í ætlanini at einskilja Farmaleiðir.
Hjá Johan Dahl var tað avgerðandi at felagið, sum yvirtekur Farmaleiðir, eisini fær flutningsskyldu til útjaðaran fyri at tryggja at vinnulívið í útjaðaranum ikki verður verri fyri.
Formaður sambandsfloksins hevur onga støðu til um talan skal vera um flutningsskyldu ella ikki.
Hann sigur, at sjálvandi skal útjaðarin ikki vera verri fyri enn hann er nú.
Men um flutningsskylda skal fylgja við einskiljingini, havi eg onga meining um. Tað er ein spurningur, sum landsstýrismaðurin kemur at viðgera og taka støðu til.
Annars heldur Kaj Leo Johannesen, at tað er líka mikið um flutningsskyldan fylgir við ella ikki, tí tað eru so nógvir mátar, at flutningurin kann skipast uppá, so at útjaðarin ikki verður verri fyri, heldur hann.