Í kvøld verður farið undir síðsta triðingin í næstbestu fótbóltseildini.
Tríggir dystir í nítjanda umfari eru á skránni.
Toppliðið EB/Streymur, sum í summarsteðginum hevur mist liðformannin Rógva Egilstoft Nielsen, ið er fluttur til Skála, er á veg í Gundadal at spæla ímóti Giza Hoyvík, FC Suðuroy er á veg til Leirvíkar at spæla ímóti Víkingi, og 07 Vestur, sum er á uppflytingarplássi, fær vitjan av NSÍ.
Víkingur-FC Suðuroy: Bjarki Danielsen kl. 18.00
07 Vestur-NSÍ: Rúni Olsen kl. 18.30
Giza Hoyvík-EB/Streymur: Súni Fríði Barbá kl. 19.00










