Seta hol á annað umfarið

Í kvøld er fult umfar í næstbestu fótbóltsdeildini hjá monnum. Hetta er 10. leikumfar, og harvið verðurvfarið undir annan triðingin av kappingini.

 

Felags fyri tey fýra fremstu liðini er, at tey hesa ferð øll skulu royna seg á útivølli. Toppliðið, B68, skal til Leirvíkar at spæla ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Tá ið hesi liðini hittust á Svangaskarði 17. apríl, var úrslitið 2-0 til B68.

 

HB er næstfremst, og í kvøld skulu teir næstbestu í høvuðsstaðarfelagnum norður til Streymnesar. Tá ið EB/Streymur 17. apríl vitjaði í Gundadali vann heimaliðið 3-0.

Skála er á triðja plássi, og í kvøld skulu skálamenn í Gundadal at royna seg ímóti teimum næstbestu hjá B36, sum tað hevur gingið rættuliga væl hjá seinastu ferðirnar. Tá ið B36 var á Skála 17. apríl, var úrslitið 2-2, eftir at B36 eina løtu var frammanfyri 2-0.

 

FC Suðuroy skal í kvøld royna seg við Stórá í Trongisvági. Minnini frá oyggjauppgerðini á Vágseiði 17. apríl eiga at minna teir syðru í oynni á, at talan í kvøld er um stóra avbjóðing. Ta ferðina vann TB 4-3, eftir at tvøramenn eina løtu vóru frammanfyri 4-1. Ta ferðina skoraði Ragnar Tausen hattrikki fyri TB, áðrenn hann noyddist skaddur av vøllinum og endaði á sjúkrahúsinum á Tvøroyri. Tíbetur slapp hann væl burturúr tí og hevur spælt síðani.

 

Longstu ferðina í dag eiga klaksvíkingar, sum eru á veg um Skopunarfjørð. Tá ið B71 17. Apríl í 5. Umfari vitjaði í Klaksvík var úrslitið 6-0 heimasigur. Úrslitini seinastu ferðirnar boða frá, at B71 hevur ment seg, meðan KÍ bara hevur vunnið eitt stig í trimum royndum síðani stórsigurin á B71.

 

10. umfar

Mikudagin 15. mai

 

Víkingur-B68: Súni Fríði Barbá kl. 19.00

EB/Streymur-HB: Petur Reinert kl. 18.00

B36-Skála: Ransin N. Djurhuus kl. 19.15

B71-KÍ: Bent Tommy Linklett kl. 18.00

TB-FC Suðuroy: Lars Müller kl. 19.00

 

Støðan undan 10. umfari

B68 21 stig

HB 19 stig

Skála 16 stig

FC Suðuroy 16 stig

B36 14 stig

KÍ 10 stig

Víkingur 10 stig

TB 10 stig

EB/Streymur 6 stig

B71 5 stig