Nú heystið nærkast, eru fólk so smátt farin at gleða seg til hondbóltsárið byrjar aftur.
Kappingarárið byrjar í septembur, so flestu feløgini eru komin í gongd við venjingarnar, og longu komandi vikuskiftið verður skipað fyri fyrstu hondbóltskappingini.
Kyndil fær tá vitjan av kvinnuliðnum hjá Fylkir í Íslandi, sum kemur hendavegin á venjingarlegu og tí verður skipað fyri eini lítlari kapping millum kvinnuliðini hjá Kyndli, Neistanum, VÍF og Fylkir.
Øll kappingin verður spæld í høllini á Hálsi. Kyndil og Neistin bresta saman klokkan 18.30 og síðani VÍF og Fylkir klokkan 20.00
Leygardagin spæla Kyndil - VÍF klokkan 13.00, Neistin - Fylkir klokkan 14.30, Neistin - VÍF klokkan 18.00 og Kyndil - Fylkir klokkan 20.00.
Sunnudagin verður so spælt um heiðursmerki í høllini á Hálsi. Dysturin um 3. plássið byrjar klokkan 14.30, meðan finalan byrjar klokkan 16.00.
Upprunaliga skuldu dystirnir fríggjadagin spælast í Hoyvíkshøllini, av tí at ítróttarhøllin á Hálsi ikki var tøk, men nú eru dystirnir fluttir aftur í høllina á Hálsi.