Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum heldur, at ov nógv tilmæli einans høvdu gruggað málið og tikið fokus av høvuðstrupulleikanum, sum eru avleiðingarnar av stóru demografisku broytingunum.
Høvuðsavbjóðingin er, at vit gerast lutfalsliga nógv fleiri eldri í Føroyum og hetta leggur eitt størri trýst á almenna geiran, er kjarnin í várfrágreiðingini frá Búskaparráðnum. Hóast Búskaparráðið staðfestir at álvarsamar avbjóðingar standa fyri framman, kemur tað ikki við nøkrum ráðum um, hvat skal gerast fyri at betra um støðuna.
Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum, sigur seg vera greiðan yvir hesar atfinningarnar móti frágreiðingini, men at hetta er eitt tilvitað val, ráðið hevur tikið í hesum føri.
- Vit ynsktu, at frágreiðing okkara skuldi varpa ljós á demografisku broytingarnar, sum standa fyri framman. Vit bóru ótta fyri, at um Búskaparráðið kom við ov nógvum tilmælum, fór fokus at flyta seg frá avleiðingunum av demografisku trupulleikunum til at gerast eitt politiskt kjak um tilmælini hjá ráðnum, og at einkult tilmæli høvdu fylt ov nógv í kjakinum, sigur Sverri Hansen.
- Politiska skipanin má fyrihalda seg til veruliga trupulleikan, áðrenn tað gevur nakra meining at koma við uppskotum til loysnir. Um vit komu við ov nógvum tilmælum, var vandi fyri, at politiski myndugleikin ikki megnaði at fyrihalda seg til, at vit hava ein grundleggjandi trupulleika í væntaðu demografisku broytingunum, sigur Sverri Hansen, sum sipar til, at tá vit gerast lutfalsliga fleiri eldru, fara almennu útreiðslurnar at vaksa nógv, meðan inntøkurnar væntandi falla.
- Tá tað er sagt, so er tað neyðugt, at vit taka eitt kjak um, hvørt vit ynskja at varðveita tað vælferðarstøðið, vit hava, og hvat vit mugu gera, fyri at tað skal vera gjørligt, sigur hann. Sjálvur heldur Sverri Hansen, at tað er serliga inntøkusíðuni, vit mugu hyggja at.
- Skattagrundarlagið í Føroyum er ikki serliga stórt, men har eru nøkur ting, sum kanska kunnu útnýtast betri, so sum tilfeingisrentan. Búskaparráðið vísti í heyst á, at tilfeingisrentan er rættiliga stór, og at tað almenna kundi fingið meiri burtur úr tilfeinginum. Spurningurin er so, um man politiskt vil fara eftir hesi rentuni, sigur Sverri Hansen. Búskaparráðið var fyri atfinningum eftir almannakunngeringina av frágreiðingini um tilfeingisrentu, men Sverri Hansen sigur, at hesar atfinningarnar ikki eru orsøkin til, at Búskaparráðið ikki kemur til tilmælum hesaferð.
Les meiri um frágreiðingina hjá Búskaparráðnum í Sosialinum í dag.