Smittan er vaksin í Danmark og fimta dag á rað eru fleiri enn 2000 smittutilburðir. Tí hevur Forsætismálaráðið kallað til tíðindafund í kvøld klokkan 19 um støðuna í Danmark.
Tað verður upplýst í tíðindaskrivi.
Í gjárkvøldið ljóðaði frá Mette Frederiksen, at hon væntar, at neyðugt verður at seta tiltøk í verk, sum kunnu berja niður smittuna við koronuvirus.
Tað er enn óvist, hvørji tiltøk verða sett í verk.
Sambært Mette Frederisken spreiðist smittan millum annað frá teimum, sum ikki eru koppsett, til teirra, sum eru koppsett. Tað snýr seg til dømis um eldri og onnur í vandabólkum, um tey verða smittað.
Í síðstu viku mælti Heilsustýrið og Statens Serum Institutt til, at koronupassið aftur verður sett í gildi.
Flokkarnir í Fólkatinginum fáa sambært Ritzau kunning klokkan 18 í kvøld.
Fyrr hevur verið forboð ímóti at nógv fólk savnast í senn, at maska skal brúkast ávís støð, og at fólk skulu hava gyldugt koronupass.
Tað kann vera prógv um, at tú ert liðugt koppsettur ímóti covid-19 ella hevur eina negativa koronutest.
Eitt tíðarskeið var kravt, at tú skuldi kunna vísa eitt gyldugt koronupass fyri at sleppa á barr, matstovu og líknandi.
Ein av spurningunum er, um koronuvirus aftur skal vera ein samfelagskritisk sjúka, sum Danmark fór frá í august.
Verður tað so, merkir tað, at stjórnin bara skal spyrja farsóttarnevndina hjá Fólkatinginum um at seta í verk fleiri avmarkingar og ikki alt Fólkatingið.
Tað gevur eisini møguleika fyri øðrum tiltøkum sum masku, savningarforboð og innferðaravmarkingum.
Fyri at ein avmarking skal setast í verk, má ikki meiriluta vera ímóti teimum í farsóttarnevndini hjá Fólkatinginum.
Farsóttarnevndin hittist um vikuskiftið fyri at meta um, hvørt covid-19 skal hækkast til eina samfelagskritiska sjúku.
Í nevndini eru fólk frá ráðunum, stýrum, Ríkisløgregluni, kommunur og regiónir. Tað eru bara myndugleikar, sum eru við í nevndini.
/ritzau/