Seta grabban í jørðina í vár

- Og um fýra ár hava 850 skúlabørn í Havn ein nýggjan, nútúmans skúla við øllum hentleikum

Teldumynd, sum vísir, hvusu ein partur av skúlanum fer at síggja út, innan

- Vit ætla at sleppa til verka so skjótt sum gjørligt og longu í vár skal grabbin setast í.

Tað sigur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur í Havn, og forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð.

Í gjárkvøldið samtykti Tórshavnar býráð at skriva undir ein ráðgevarasáttmála við Samtakið Eind um nýggja stórskúlan, ætlanin er at byggja í vesturbýnum.

Tað er eitt samtak ímillum Árna Winther arkitektar, Zeta arkitektar, Brim arkitektar, LBF verkfrøðingar og SMJ verkfrøðingar og teir hava teknað ein skúla, tey kalla Eindirnar í heildini.

Hugskotið er, at skúlin skal vera suum oyggjarnar, sum við hvør sínum samleika, og sum verða samanbundnar av sjónum.

 

Hetta merkir, at nú er klárt at fara undir projekteringina, og tá ið hon er liðug, verður skúlin boðin út.

 

Talan er um ein skúla til 850 børn, sum skal byggjast ístaðin fyri Venjingarskúlan og Kommunuskúlan, sum eru niðurlagdir. Starvsfólkini verða eini 100 í tali, so talan verður um Føroya størsta skúla, og eitt av Føroya størstu arbeiðsplássum.

 

Nýggi skúlin, sum eitur Skúlin á Fløtum og longu í vár verður farið at grava omanav, og í juni skal sáttmáli um sjálva byggingina gerast.

 

Ætlanin er, at teir mittastu flokkarnir skulu flyta í nýggja skúlan í 2018, teir elstu flokkarnir flyta í 2019 og teir yngstu flokkarnir, og forskúlin, flyta í 2020, táið skúlin so er heilt liðugur.

- Tíðarætlanin er rættiliga tepur, og tí ræður um at sleppa ígongd sum skjótast, sigur Helena Dam á Neystabø.

 

Helena Dam á Neystabø sigur, at sáttmálin verður soleiðis orðaður, at gongur heilt galið við byggingini, sleppur býráðið snikkaleyst burtur úr sáttmálanum aftur.

 

Hon leggur afturat, at eftir sum avvarðandi starvsfólkabólkar, og foreldur, sum hava við skúlan at gera, hava sagt, eru eisini tey vælnøgd við nýggjan skúlan.

Tað var ein samt býráð, sum tók undir við at gera sáttmálan, so at farast kann undir byggingina.

 

Teldumynd, sum vísir, hvusu ein partur av skúlanum fer at síggja út, innan

Teldumynd, sum vísir, hvusu ein partur av skúlanum fer at síggja út, innan

Teldumynd, sum vísir, hvusu ein partur av skúlanum fer at síggja út, innan

Teldumynd, sum vísir, hvusu ein partur av skúlanum fer at síggja út, innan

Teldumynd, sum vísir, hvusu ein partur av skúlanum fer at síggja út, innan