IRF hevur nú tikið stig til at gera tað lættari hjá fólki at endurnýta leivdir av mati, heldur enn bara at koyra tær í skrell og so at brennistøðina
Sostatt hevur IRF nú mælt øllum kommunum til at bjóða borgarum sínum tær eina bokashi-spann, har IRF rindar helvtina av kostnaðinum.
– Áhugin frá vísti seg at vera stórur, tí bæði Eysturkommuna, Vága kommuna, Hvannasunds kommuna og Sumbiar kommunu hava longu meldað nógv húski til, og væntandi fara fleiri kommunur at koma afturat, sigur IRF.
Við eini bokashi spann ber til at hagreiða matleivdir, uttan at brúka posar og uttan at tøma skrellispannina hvønn dag. Ger fylgir við spannini og tað fær matleivdirnar at súrna, samstundis sum tað forðar fyri roti, og tí stendst eingin luktur frá spannuni. Og úrslitið er, at vit fáa fyrstafloks sankutøð burtur úr matleivdunum.
IRF sigur, at arbeitt verður við eini felags loysn fyri allar kommunurnar og næsta ár vóna tey at hava eina ætlan fyri, hvussu farast skal fram.