Fríggjadagin undirskrivaðu føroyski uttanríkisráðharrarnir Poul Michelsen og danska útlendingaráðfrúan og Inger Støjberg, eina avtalu, um at seta gongd á arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna av útlendingøkinum og marknaeftirlitinum. Tað skrivar Vinnu- og Uttanríkisráðið á teirra heimasíðu.
Á fundinum í Keypmannahavn, samdust ráðharrarnir um, at fyrireikingarnar av yvirtøkuni skal raðfestast av báðum pørtum. Tískil hava tey sett sær sum mál, at samráðingarnar skulu verða lidnar fyrra hálvár 2016.
Sum partur av fyrireikingunum er eisini uppgávan at fáa eina semju í lag við Schengen-myndugleikarnar í Brússel.