Foreldrafelagið Heim og Skúli setur nú forskúlan á bredan. Í hesum sambandi skipar felagið leygardagin klokkan 12 fyri pallborðsfundi um evnið.
Kjakið er ætlað foreldrum at næmingum í fólkaskúlanum. Við pallborðið verða umboð fyri Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Fólkaskúlaráðið og Gigni, sum leggja stutt fram, hvør teirra hugburður er til forskúla. Síðani verður opið kjak um evnið, soleiðis at foreldur fáa høvi at koma við spurningum og siga sína hugsan.
Eftir pallborðsfundin verður ársaðalfundurin hjá Foreldrafelagnum Heim og Skúli, har millum annað nýggj nevnd skal veljast.
Tiltakið verður í Eysturskúlanum í Havn; tað er ókeypis og er bæði ætlað foreldraumboðum í skúlastýrum kring landið og foreldrum at næmingum í fólkaskúlanum.









