Nú skal betri skil fáast á parkeringsviðurskiftini í Havn.
Tað er nakað síðani, at Tórshavnar Býráð samtykti ein parkeringspolitikk og Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd hjá Býráðnum, sigur, at nú er sjøtul settur á at fáa hann útintan í verki.
Í hesum sambandi hevur býráðið samtykt at játta 500.000 krónur til at seta ein samskipara at arbeiða fyri at fáa parkeringspolitikkin settan í verk.
Fyrsta uppgávan hjá samkiparanum verður at fáa skil á parkeringsviðurskiftunum í sjálvum miðbýnum.
Ein serligur trupulleiki í miðbýnum hevur verið at summi av teimum, sum búgva har, sleppa ikki at parkera, uttan at fáa parkeringsbót.
Og tað fyrsta, samskiparin skal gera, er at finna eina skipan fyri tey fólkini.
Elin Lindenskov sigur, at talan er ikki um tað stóra talið á bilum, sum hoyra til húski í sjálvum miðbýnum, tí ein samanteljing hjá býráðnum vísir, at talan er um 60-70 bilar.
Ætlanin er so at finna eina skipan, har tey, sum búgva í miðbýnum, kunnu tryggja sær eitt parkeringspláss, fyri eina ávísa upphædd um árið, men tann upphæddin er ikki ásett enn. Ætlanin er, at parkeringsplássini hjá teimum vera fyri tað mesta á teimum stóru parkeringsplássunum.
Men tað verður ikki treytaleyst, at tey, sum búgva í miðbýnum, sleppa at parkera við húsini.
Ein treyt er, at ber tað ikki ber til at gera parkeringspláss inni á sjálvum grundstykkinum. Ber tað til, fæst ikki parkeringsloyvi frá býráðnum.
Hetta merkir, at ber til at gera parkeringspláss inni á sjálvum grundstykkinum fyri minni enn 50.000 krónur, ber ikki til at fáa parkeringsloyvi frá kommununi
Loyvi verður bara givið til privatfólk, og tann, sum fær loyvi, skal búgva í húsunum. Samstundis ber tað bara til at fáa parkeringsloyvi til sín egna bil, hann skal vera skrádsettur á bústaðnum og ikki viga meiri enn 3500 kilo.
Samstundis er greitt, at tað verður bara eitt parkeringsloyvi latið fyri hvørt hús.
Byráðið sigur, at tað kann vera, at handlar, handilsfólk, privatfólk sum arbeiða í Miðbýnum, Løgtingsfólk og Landstýrisfólk, og onnur, sum kundu hugsa sær at fingið parkeringsloyvi, men hesir bólkar eru ikki fevndir av hesum átakinum, sigur Elin Lindenskov.










