Seta fokus á trivnaðin

- Hugskotini til trivnaðartiltøk eru mong, og vit fegnast um, at fleiri fara at gerast veruleiki longu í ár, siga tey í Hvannasunds kommunu.

 

Tað eru kommunur, sum í størri mun enn áður hava sett trivnaðin í økinum fremri, enn hann hevur verið. Tað eru eisini kommunur, sum hava heitt á sínar borgarar um at koma við hugskotum um trivnaðartiltøk.

Soleiðis hevur eitt nú Hvannasunds kommuna heitt á sínar borgarar um at koma við hugskotum, og her er tað trivnaðarnevndin, sum vegna kommununa hevur vent sær til fólk um hugskot.

- Vit takka øllum teimum, sum sendu inn hugskot fyri 2021. Hugskotini eru mong, og vit fegnast um, at fleiri fara at gerast veruleiki longu í ár. Onnur hugskot mugu so bíða.

Trivnaðarnevndin í Hvannasunds kommunu avdúkaði herfyri, at fyrstu tiltøkini í hesum sambandi verða nú í mars. Haraftrat er longu nú greitt, at nógv fer at verða gjørt burtur úr útivikuni, sum verður síðst í mai.

Fyrstu trivnaðartiltøkini, sum Hvannasunds kommuna hevur sett sær fyri at seta í verk, verða í mars, har fyrilestrar verða hildnir hvørt leygarkvøld í Kafé Old School í Hvannasundi, sum staðið verður rópt.

- Ætlanin er, at fyrilestrarnir skulu byrja klokkan 19 og verða lidnir klokkan 21, og tá er ein kaffisteðgur íroknaður, siga tey í trivnaðarnevndini í kommununi.

Skráin fyri fyrilestrarnar í mars sær soleiðis út:

* 6. mars: Fuglar í Føroyum (Fyrilestur við Silas Olofson)

* 13.mars: Húsið liðugt, men hvat við restini?

* Urtagarðsfyrilestur við Heðini Askham

* 20. mars: Sjálvsmyndin – hvør eri eg, og hvør ert tú? (Fyrilestur við Sigrun Heldarskarð)

* 27. mars: Frá hugskoti til veruleika (Fyrilestur við Óla Marnar Christiansen).

- Fyrilestrarnir eru ætlaðir borgarum í Hvannasunds kommunu, og teir eru ókeypis. Tað er avmarkað pláss, og tískil er neyðugt við tilmelding, siga tey í Hvannasunds kommunu.