Seta fokus á Føroyar

Stórt norðurlendskt blað fyri handils- og vinnulívsfólk, sum áður hevur mett Føroyar sum eitt lítlan part av Danmark, ið lítið kann geva heimssamfelagnum, hevur nú fingið beint øvugtu fatan av Føroyum

Stóra norðurlendska tíðarritið fyri vinnu- handilsfólk, Northern Enterprise, staðfestir, at Føroyar hava eitt sjálvstøðugt og blómandi vinnulív. Tí hevur blaðið nú givið føroyska flagginum pláss á forsíðuni, samstundis sum fokus verður sett á Føroyar.

Áður hevur blaðið bert sæð Føroyar sum ein part av Danmark, og hevur tað tí eisini viðgjørt Føroyar sum ein part av Danmark.

Men eftir at stjórin á tíðarritinum, Edward James Crockford, í summar vitjaði í Føroyum, hevur blaðið fingið eina aðra fatan av landinum.

Í oddagreinini í utgávuni fyri november skrivar blaðstjórin, at blaðið vanliga hevur mett Føroyar vera ein lítlan part av Danmark, ið lítið hevur at bjóða altjóða samfelagnum.

? Men vit fóru ógvuliga skreiv, staðfestir Edward James Crockford.

Blaðstjórin vísir á, at tá hann í juni vitjaði í Føroyum, fann hann út av, at Føroyar hava eitt blómandi vinnu- og handilslív. Tí verður Føroyar nú viðgjørt sum sjálvstøðugur partur í blaðnum. Og í september útgávuni er rúgvismikið tilfar um Føroyar.

Blaðið hevur eisini fingið umboðsfólk í Føroyum. Umboðsfólkið er Lynn Reveal.