Seta fokus á eldrarøktina í Havn

Bráðfeingistørvurin hjá røktarkrevjandi borgarum í Tórshavnar kommunu er evni, ið verður viðgjørt á borgarafundi í Auluni í Tórshavnar Kommunuskúla mikukvøldið 28. januar kl. 19.30

Í longri tíð hevur javnan verið at hoyra, hvussu vánalig støðan er innan eldraøkið, serliga í Tórshavnar kommunu. Støðan er so mikið álvarslig hjá nógvum eldri borgarum, at ikki ber til at vera vitandi um hetta og einki at gera við trupulleikan.

- Eru børn ella djór fyri vanrøkt, hava borgararnir fráboðanarskyldu, og so traðkar avvarðandi myndugleiki til og tekur sær av málinum, siga tær tríggjar, Daisy Sloan, Jóna Mortensen og Sigrún Mohr, sum fyrireika fundin.

Tær tríggjar vísa á, at sama er ikki galdandi, tá ið tað snýr seg um gomul fólk, ið hava hjálp fyri neyðini.

- Hetta málið hevur í nógv ár verið kastibløka millum lands- og kommunalpolitikarar, nú er tíðin komin, har vit í felag mugu royna at finna ?alternativar? loysnir, tí verður skipað fyri borgarafundi um hetta evnið, og vóna tær, at nógv fólk við góðum hugskotum koma við á fundin.

Skráin fyri fundin verður henda:

1. Daisy Sloan bjóðar vælkomin og sigur frá, hvussu hon hevur tað, nú mamma hennara ikki klárar seg sjálv longur.

2. Jóna Mortensen

3. Turið Jacobsen, ergoterapeutur: Tórshavn sum ein samlað skipan.

4. Hermann Oskarsson, búskarfrøðingur; lýsir tørvin innan eldraøkið við hagtølum.

5. Hallgir W. Poulsen, løgfrøðingur: Ber til at sýta óhjálpnum borgarum hjálp?

6. Heðin Mortensen, borgarstjóri.

7. Rósa Samuelsen, landstýriskvinna.

8. Orðið frítt.

Hilmar Jan Hansen, tíðindamaður í Kringvarpinum, verður orðstýrari.