Seta fleiri fólk í starv til tey eldru

Ein uppgávu verður at skipa fyri tiltøkum og at hugna um hjá teimum eldru

Tórshavnar býráð hevur nú samtykt at seta fleiri fólk í starv í eldaraøkinum í Havn. Tilsamans skulu tíggju fólk setast í starv í eldraøkinum. Býráðið sigur, at tvey av fólkunum fáa til uppgávu burtur av at skapa meira innhald í gerandisdagin hjá búfólkunum á eldrastovnunum í Tórshavnar kommunu. Tað merkir, at tey skulu skipa fyri ymsum virksemi á teimum ymsu stovnunum, eitt nú útferðum, jólahaldi, fastalávintshaldi, og so framvegis.

 

Annars skulu átta starvsfólk setast afturat á teimum ymsum stovnunum fyri at gera arbeiðsbyrðuna hjá starvsfólkunum lættari.

 

Somuleiðis er ynski um at lyfta røktarøkið soleiðis at starvsfólkaorkan verður hægri raðfest.

 

Talan er um at seta tvey starvsfólk burturav hvørs uppgáva verður at skipa og stuðla undir aktivitetir sum stimbra og skapa innihald í dagligdagin hjá búfólkunum. Ein partur av arbeiðinum verður eisini at samskipa tað sjálvbodna virksemi sum í dag og í framtíðini er á eldraøkinum. Hugsanin er, at umframt aktivitet í dagligdegnum, at vera við til at skipa størri tiltøk sum útferðir, jólahald, fastalávintshald osv.

 

Annars er ætlanin at seta átta starvsfólk afturat á teimum ymsu stovnunum. Býráðið sigur, at tað er ein kendur trupulleiki, at arbeiðsbyrðan á eldrastovnum er rættiliga tung, men verða fleiri starvsfólk, verður tað lættari, og tey halda, at tað fer eisini at gera tað lættari at fáa fólk at støðast í eldrarøktini.

 

Tey siga, at tað er ymiskt nær tað serliga er tørvur á fleiri starvsfólkum og tað er eisini ymiskt, hvussu stórur tørvurin er á ymsum stovnum. Á onkrum stovni er tørvur á fleiri tímum um dagin, onkustaðni um kvøldið og aðrastaðni um náttina. Tó er eingin ivi um, at tað serliga er á deildunum, har búfólkini eru serliga røktarkrevjandi, at tað er tårvur á fleiri starvsfólkum.

 

Tilsamans fer hetta at kosta 10 milliónir um árið. Býráðslimir í andstøðini halda, at tað er ikki heilt rætt at kalla hetta at byggja eldraøkið út. Tey siga, at hetta er peningur, sum undanfarna býráðssamgonga játtaði , men sum ikki vórðu brúktir eftir at alt varð mestsum lagt stilt tá ið korona fór at ganga. Sostatt er peningur, sum longu er settur av til eldraøkið og sum nú verður brúktur, siga býráðslimir í andstøðuni.