Seta ferð á bygdamenning í Tórshavnar kommunu

Eitt mál, økisnevndin fer i holt við, er at vetrarfriða bygdirnar

 

Nú skal rættilig gongd setast á arbeiðið, at menna bygdirnar í Tórshavnar kommunu.

 

Tórshavnar Býráð hevur ein økisnevnd, men á býráðsfundinum hóskvøldið, samtykti býráðið at játta nevndini 700.000 krónur at arbeiða fyri næsta ár.

 

Samstundis hevur hon fingið eina beinleiðis endamálsorðing.

 

Tað var Jógvan Arge, býráðslimir, sum vildi hava eina serliga játtan til nevndina

 

Og nú, nevndin hevur fingið pengarnar, hann hon rættiliga fara til verka, sigur hon.

 

- Økisnevndin skal í høvuðsheitum arbeiða yvirskipað og tvørgangandi og taka stig til at dagføra og menna bygdirnar í kommununi.

 

Nevndin skal orða økismenningarpolitikk og seta ítøkilig mál fyri tey einstøku økini.

 

Økisnevndin er skipað sum ein ráðgevandi nevnd undir fíggjarnevndini og leggur síni tilmæli fyri hana at bera víðari í skipanini.

 

Fimm býráðslimir manna nevndina. Jákup Dam er formaður og  Annfinn Brekkstein næstformaður.  Hinir nevndarlimirnir eru  Elin Lindenskov, Halla Samuelsen og Bogi Andreassen.

 

Eitt mál, sum bygdirnar hava havt nógv frammi, er spurningurin um at fáa seyðin burtur av bønum. Hetta er eitt av málunum, sum nevndin fer í holt við, sigur Jógvan Arge.

 

Bygdirnar fýlast javnan á, at bygdarvegirnir ikki standa mát við aðrar vegir. Slík mál eins og ferðslutrygd og onnur sama slag, kunnu eisini umrøðast í nevndini.

 

Tað er ongin loyna, at bygdirnar hava notið gott av limaskapinum í Havnar kommunu, men tær hava eisini í summum førum kent seg formáddar og tað er hetta, økisnevndin  hevur sett sær fyri at bøta um.

 

Á myndini eru tað Jógvan Arge, vinstrumegin, og ANnfinn Brekkstein, næstformaður í økisnevndini.