Seta ferð á arbeiðið at byggja skúla til 850 børn

Nú sleppa arkitektar at kappast um eina ta størstu íløguna hjá Tórshavnar Býráð

Nú verður kapping útskrivað um at sniðgeva og tekna eina ta størstu íløguna hjá Tórshavnar Býráð yvirhøvur

 

Á býráðsfundi í dag hevur Tórshavnar Býráð nevniliga samtykt byggiskránna til tann nýggja Skúlan á Fløtum, sum verður størsti barnaskúli í kommununi.

 

Kappingin skal vera liðug 18. desember og fyrst í januar fer bygginevndin, og Býráðið, at velja besta projektið.

 

Byggingin verður í trimum byggistigum og fyrsta byggistig verður liðugt í juli 2018, og tá flyta 4. - 6-flokkarnir inn í skúlan.

 

Annað byggistig er 7. - 9.flokkarnar og tað verður liðugt í juli 2019. Og í juli 2020 verður triðja byggistig liðugt, og tá flyta forskúlin, umframt 1-3. Flokkarnir, og frítíðarskúli, inn í skúlan.

 

Tilsamans fara 850 børn at ganga í skúlanum, sum kostar 350 milliónir krónur at byggja. 

 

Vit hava meiri um málið seinni