Mánadagin verður ferðin á internetinum sett munandi upp.
Tað verður staðfest í tíðindaskrivi í dag. FT Net, sum er undirfelagið hjá Føroya Tele, sum hevur við tekniska útbúnaðin at gera, sigur, at nú er nýggj útgerð sett upp, so at nógv fleiri kunnu fáa sær skjótari internet.
Tað merkir, at yvir 80 prosent av føroyingum kunnu nú fáa 50 megabit internet, og nøkur kunnu eisini fáa enn meiri ferð á.
Og um eitt ár er málið, at 90 prosent kunnu fáa eitt internet, har tey kunnu taka niður við eini ferð upp á 50 megabit og senda upp við eini ferð upp á fimm megabit, sigur stjórin í FT Net.
Í løtuni veita Føroya Tele og Vodafone í mesta lagi 50 Mbit, men mánadagin verður hámarksferðin sett munandi upp.
- Tað veldst sjálvandi um, hvussu langt tað er ímillum viðskiftafólk og eina støð, og tað veldst eisini um, hvat veitararnir fara at bjóða, men tað verður eitt fitt tal av fólki, ið framyvir kunnu fáa 100 Megabit internet og eisini heilt upp til 200 Megabit, sigur Páll Højgaard Vesturbú.
Hann sigur, at næsta ár verður eisini størri dentur lagdur á at byggja fipurnetið út. Netið er longu komið so nær brúkaranum, at í næstum kan kaðal leggjast heilt út til brúkaran og inn í einstøku bústaðirnar.
- Hetta gevur uppaftur betri møguleikar at fylgja við áhaldandi tørvinum um hægri ferð á breiðbandinum”, sigur Páll Højgaard Vesturbú.
Tað verður í 2018 at farið verður av álvara undir at leggja fipur út til brúkaran. Men nær øll hava fingið fipurkaðal, er ómøguligt at siga, tí tað tað eru nógv viðurskifti, sum kunnu ávirka gongdina, eitt nú eisini gongdin í samfelagnum sum heild.