Seta føtur í spenni

Kommunusamanlegging skal ikki brúkast til bringuprýði hjá onkrum politikara upp undir løgtingsvalið og tí fara kommunurnar at seta føtur í spenni. Tað var greiði boðskapurin hjá Kommunusamskipan Føroya, KSF, til Løgting og landsstýrið á ársaðalfundinum í felagnum í gjár.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, og forkvinna í KSF, sigur, at at nógv viðurskifti eru, sum greiða má fáast á, áðrenn talan kann vera um at leggja kommunur saman.

Eitt nú hevur KSF gjørt greitt, at fíggjarligu viðurskiftini mugu útgreinast nógv betri, áðrenn eldraøkið verður lagt undir kommunurnar at umsita.

- Eingin ivi man vera um, at eldraøkið verður ein hin størsta búskaparliga avbjóðingin í okkara samfelag í framtíðini. Tí mugu avtalur gerast millum land og kommunur um, hvussu vit møta teimum vandamálum, ið standast av broyttu aldurssamansetingini í samfelagnum komandi árini, sigur Gunvá við Keldu.

Eitt annað, sum hevur stóran týdning fyri útleggingina, er eldralógin, ið skal verða grundarlag undir eldraøkinum, tá ið tað í framtíðini verður kommunalt.

- Samumtikið er tó í løtuni ógreitt, hvussu verður við kommununýskipanini.

- KSF sær ávísan vanda í, at ógreiðu parlamentarisku viðurskiftini í løtuni kunnu hava við sær, at okkurt ófullfíggjað uppskot fer ígjøgnum skipanina og verður samtykt.

- KSF vil gera alt til at forða fyri, at ein kommununýskipan verður skundað ígjøgnum fyri eitt møguligt løgtingsval í ótíð, bert tað skal prýða avrikslistan hjá onkrum landspolitikara, staðfestir Gunvá við Keldu, sum her situr á fremstabonki á aðalfundinum í KSF og lurtar eftir Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni.

Limir í KSF eru allar tær stóru kommunurnar, Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar-, Fuglafjarðar-, Tvøroyrar- og Vágs Kommununa, umframt Sands Kommuna.

Myndina tók Dávur Winther