Seta eld á seg í Tibet

Ein 17 ára gomul genta í Tibet doyði um dagarnar av skaðum, hon fekk, tá hon setti eld á seg.

Ikki færri enn 81 fólk í Tibet hava higartil í ár sett eld á seg í eini roynd at vísa myndugleikunum á, hvat tey halda um kinverska stýrið í landinum.

Fyri bert fáum døgum síðan settu eisini tveir ungir munkar eld á seg og søgdu, at hetta var eftir áheitan frá tibetanska andaliga leiðaranum, Dalai Lama.

Í gøtunum í Tibet eru løgreglufólk nú farin at ganga við eldsløkkjarum á rygginum fyri skjótari at kunna koma fólki, ið velja eldáseting, til hjálpar.

Rættur og trygdarmyndugleikar í landinum ætla nú at reisa ákæru móti fólki, sum seta eld á seg - og móti fólki, sum eggja øðrum til at taka slík drastisk stig.