Besti spanski dómarin, tey bæði seinastu kappingarárini, Carlos Megía Dávila, verður ikki arbeiðsleysur, hóast hann ikki stóð fysisku royndina til hetta kappingarárið. Real Madrid hevur nevnliga sett dómaran í starv sum maðurin, sum skal kunna øll í felagnum um fótbóltsreglurnar og broytingarnar, sum verða gjørdar í hesum. Hartil skal hann virka sum millumlið millum leiðslu og venjarar hjá Real Madrid.