Týsdagin og mikudagin verður Norðurlandahúsið karmur um Arctic Hubs, tá Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Arctic Circle skipa fyri ráðstevnuni Building Dynamic Societies and Sustainable Econimies in the North, ið varpar ljós á vinnuligar vakstrarmøguleikar, Demografiskar avbjóðingar og Samferðslu og infrakervi í arktiska økinum.
Í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum upplýsir Vinnu- og Uttanríkismálaráðið, at yvir 100 útlendskir gestir koma til ráðstevnuna, ið er ein tann størsta altjóða ráðstevnan í Føroyum yvirhøvur. Millum luttakararnar eru ráðharrar, tinglimir, borgarstjórar, vinnulívsfólk, professarar, granskarar, miðlafólk og leiðandi embætisfólk úr 20 londum.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, sum saman við Ólafi Ragnari Grímsson, formanni fyri Arctic Circle og fyrrverandi íslendskur forseti, er vertur fyri ráðstevnuni, væntar at ráðstevnan kann lata hurðar upp fyri føroysku tjóðini.
- Tað liggja nógvar avbjóðingar fyri framman hjá okkum á Norðurleiðunum, men sanniliga eisini nógvir ótroyttir møguleikar fyri framhaldandi vøkstri. Í so máta hava Føroyar nógv at vísa á, men sanniliga eisini nógv at læra, sigur Poul Michelsen og leggur afturat.
- Vit arbeiða miðvíst fyri at tryggja føroysk áhugamál og deila føroyska vitan viðvíkjandi Arktis. Ráðstevnan fer uttan iva at lata hurðar upp fyri nýggjum møguleikum hjá Føroyum sum arktiskari tjóð og ikki minst hjá føroyskum vinnulívi,” sigur Poul Michelsen.
Vertirnir Poul Michelsen og Ólafur Ragnar Grímsson byrja og enda ráðstevnuna í felag og millum røðararnar teljast danski uttanríkisráðharrin Anders Samuelsen, íslendski samferðslumálaráðharrin Sigurður Ingi Jóhansson og skotski ráðharrin fyri altjóða samstarv Alisdair Allen. Umboð fyri upprunafólk í Arktis, serligu arktisku sendiharrarnir hjá Kina, Suðurkorea, ES og Svøríki verða eisini við, umframt tinglimir og borgarstjórar í grannalondunum. Stjórin í europadeildini í russiska uttanríkisráðnum er eisini millum røðararnar, upplýsir Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.