Góði lesari! Mín áheitan til tín er, at tú setur teg eina lítla løtu og lesur hetta. Um brævið sigur tær nakað, skrivar tú ein stuttan og greiðan e-post til Almannamálaráðið.
Í postinum skal standa, at tú ynskir at eggja Almannamálaráðnum til so skjótt sum gjørligt at fáa gjørt eina virðiliga lógarheimild í forsorgarlógini, sum eisini er galdandi fyri tey sum eru millum 18 og 67 ár. Nú skulu vit lyfta í flokk og øll skriva samstundis, so vit vera hoyrd. Vinarliga skriva til amr(at)amr.fo til landstýriskvinnuna Anniku Olsen Um tú ikki vanliga skrivar t-post, kanst tú skriva eitt heilt vanligt bræv og senda tað til Almannamálaráðið, Eirargarður 2, FO-100 Tórshavn. Mamma og Ólavur Ólavur hevur fingið tað nógv, nógv betri, síðani hann kom heim, og medicinnøgdin er nógv niðursett. Mamma hevur onga løn fingið nú í 4½ ár. Hon var noydd at fara í farloyvi frá arbeiði sínum á Eysturoyar Røktar og Ellisheimi, tí Ólavur krevur, at ein er um hann alt døgnið. Mamma hevur roynt at fingið samsýning fyri mista inntøku, men tað letur seg ikki gera, tí tað manglar ein lógarheimild í Føroyum. Tað er ikki møguligt at fáa samsýning fyri at ansa eftir einum, sum er millum 18-67 ára gamal. Tað einasta, mamma hevur fingið, er ein røktarviðbót. Málið er langt og mamma, Javni og sakførari hava verið inni í málinum. Tað steðgar tó altíð, tí ein lógarheimild manglar. Almannastovan kann ikki bjóða Ólavi hóskandi búpláss fyrr enn teir nýggju bústaðirnir í Eysturoynni eru klárir, so mamma sleppur ikki til arbeiðis enn á sinni. Støðan í Føroyum um so er at tann, ið ber brek, er yngri enn 18 ár og yngri enn 67 ár Summi eru farin til Danmarkar í sjúkraørindum við einum barni, sum ber brek, og sum er eldri enn 18 ár. Mong hava fingið eina langa nøs, tá tey eru komin heim aftur. Landið rindar ferð og upphald – men ikki fyri mista arbeiðsinntøku.Um arbeiðisgevarin hjá tær er góður, kanst tú sjálvur sleppa at arbeiða tímarnar inn aftur. Viðvíkjandi fígging til at gera hesa broyting í forsorgarlógini Av tí at 770.000 kemur at leypa av árliga hvørja ferð, ein avvarandi sær seg noyddan at átaka sær hetta arbeiði, burdi fígging verið sjálvsøgd. At fáa eitt barn við breki er ein gáva. Vit kunnu øll fáa hesa gávu, men vit kunnu ikki bestilla eitt barn við breki. |
Viðvíkjandi ST-sáttmálanum sum Føroyar hava samtykt at arbeiða eftir
Men mest av øllum, so samsvarar hetta ikki við ST-sáttmálan fyri fólk við breki, sum Føroyar hava samtykt at arbeiða eftir.
ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, varð samtyktur í Sameindu tjóða 13. desember 2006 og 13. mai 2009 samtykti Føroya Løgting, at hesin sáttmáli eisini skal galda fyri Føroyar.
Sáttmálin hevur formliga gildi fyri Føroyar.
Umframt at sáttmálin staðfestur verandi borgarlig- og sivil mannarættindi, inniheldur sáttmálin eisini ásetingar um búskaparlig, mentunarlig og sosial rættindi, umframt serlig rættindi til brekað, so sum rættin til atkomu í víðari merking, og um javnstøðu fyri brekað.
Sáttmálin bannar øllum formi fyri mismuni vegna brek.
Og nú koma vit inn á rættin hjá teimum, ið bera brek, og teirra rætt at avgera, hvar tey vilja búgva og saman við hvørjum.