Set heldur nýggja javningarskipan av pensjónunum í gildi!

Hans Pauli Strøm
----------------------

Byggið upp heldur enn at bróta niður – ikki bara skipanir men eisini álit millum politisku skipanina og borgararnar.
Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur boðað frá, at hon ætlar at avtaka javningina av pensjónunum, fyri at spara pengar á almannaøkinum.
Haldi hetta vera púrasta í mótstríð við tær positivu ætlaninar, sum annars eru um hesi viðurskifti í komandi pensjónsreforminum.
Í staðin fyri at avtaka alla javningina hjá bæði fólka- og fyritíðarpensjonistum, eiga vit at seta eina nýggja javningarskipan í gildi, sum tryggjar, at pensjónirnar bæði fylgja við broytingunum í sáttmálalønunum og við prístalinum. Hetta kann t.d. gerast soleiðis, at fyri komandi ár verður útroknað eitt javningartal, sum er eitt miðaltal av lønar- og prísvøkstrinum árið fyri.
Sum nú er verður bert viðbótin í fólkapensjónini javnað við 3%. Grundupphæddin, sum er tann størri parturin av fólkapensjónini, verður als ikki javnað. Hetta merkir, at samanlagda fólkapensjónin bert verður javnað við umleið 1,25%. Hjá fyritíðarpensjonistum verður øll pensjónin javnað við 3%.
Hvat hevði hetta blivið, um nevnda uppskot um eina nýggja javningarskipan hevði verið galdandi í dag? Tvs. um vit ásettu javningina av pensjónunum í 2010 eftir einum miðaltali av lønarhækkingini og prístalinum í 2009?
Hækkingin av lønarsáttmálunum, sum í fjør varð innløgd í galdandi fíggjarlóg, er 3%.
Viðv. prístalinum minkaði ársmiðalprístalið úr 116,7 í 2008 til 115,5 í 2009. Tvs. ein broyting uppá -1,0%.
Eitt miðaltal av lønarhækking og broyting í prístalinum hevði sostatt verið miðaltalið av 3% og -1%. Javningartalið fyri 2010 hevði eftir hesum blivið 1%.
Hvussu hevði hetta sama kunna verið fyri komandi ár? Altso, ístaðin fyri at avtaka alla javningina.
Taka vit sáttmálan á privata arbeiðsmarknaðinum sum dømi, so fingu tey eina hækking (í løn + eftirløn) uppá 3,8% yvir 2 ár. Svarandi til 1,9% árliga.
Taka vit prístalið, kenna vit higartil bert 1. ársfjórðing í 2010, men samanbera vit við 1. ársfj. Í 2009, so er prístalið fallið úr 116,1 niður í 115,2. Tvs. Ein broyting uppá -0,8%.
Eitt miðaltal av broytingini í lønarsáttmálum og prístalinum hevði tí verið 0,55%.
Høvdu vit eitt annað ár havt ein lønarvøkstur uppá 2% og prístalsvøkstur uppá 3%, so hevði javningartalið av pensjónunum verið miðal av tí, nevnliga 2,5%.
Á henda hátt hevði man tryggjað sær, at pensjónirnar altíð fylgdi teirri gongdini í samfelagnum, sum avmyndast í lønar- og príshækkingunum.